top of page

SENIOR CITIZENS HOME HAIFA

EBENEZER

Um okkum

Mál okkara er at gera tað møguligt hjá eldri borgararum í Ísrael at hava eitt stað, sum tey kunna kalla heim í einum trúgvandi umhvørvi, sum umboðar kristin og bíbilsk virðir.

Vit eru einasta ellisheimið, sum verður rikið av trúgvandi og fyri trúgvandi í Ísrael. Orsakað av Jesus er Heimið bæði fyri jødar og arabisk trúgvandi, sum liva glað saman í Honum!

Starvsfólk okkara saman við sjálvbodnum, leggja stóra orku í góða umsorgan av fysisku, sálarligu, sosialu og andaligu tørvunum hjá búfólkunum.

Ohne Hintergrund.png
Who we are

« Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána;

eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. »

Isajah 46,4

"Eg hevði møguleika at flyta til Ebenezer í mai 2012. eg var so glað og kendi meg yngri og frískari. Hettar er mítt heim og eg elski tað! À hvørjum øðrum stað kanst tú fáa slíkan kærleika frá starvsfólki og uppmerksemi, sang og gávir frá gestum. Her frá vil eg bert flyta til mítt himmalska heim!"

- Búfólk

Vælkomin

Tú ert altíð vælkomin at vitja og uppliva Ebenezer Home. Um tú ynskir at arbeiða sum sjálvboðin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Ein familja

í Yeshua

Gjøgnum árini hevur Ebenezer Home verið heimið hjá mongum ymiskum menniskjum.Tey hava øll sína serligu søgu, sum kann fáa teg at flenna og gráta. Men eisini at undrast og at takka Harranum fyri alt, sum hann hevur gjørt við og gjøgnum tey!

Við Yeshua okkara Messias (Jesus Kristus),

sum felags grundarsteini er tað ein góður andi á Ebenezer Home; hóast mentan, mál og umhvørvi eru so ymisk.

Tað er orsakað av, at okkara búfólk ofta eru  tilflytarar úr allari verðini. Harafturat hava tað síðan 1976 verið yvir 300 sjálvboðin úr ymiskum londum!

Fígging

Vit eru ein sjálvboðin stovnur og fáa í løtuni ikki búskaparliga hjálp frá stjórnarvaldinum. Heimið er treytað av, at 70% av fíggingini eru gávur frá trúgvandi og fyritøkum runt heimin. 30 % verða goldin av búfólkunum.

DSC02724_edited.jpg
Finanzierung

1 Sám 7,12 

Tá tók Sámuel stein og reisti hann millum Mizpa og Jesjana og kallaði hann Ebenezer og segði: «Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.»

Navnið “Ebenezer” 

Ber vitnisburð um Guðs vælvild, okkara trúgv á hann, og at hann áhaldandi vil hava umsorgan fyri okkum í komandi døgum, tí kunna vit hvønn dag brúka hetta versið.

Okkara

Verkætlan

Í løtuni hava vit loyvi til 48 sengur. Hóast vit ikki hava sjúkrarøktarpláss, verður longu nú givin medisinsk viðgerð. Orsakað av, at vit enn ikki hava fingið góðkenning til sjúkrarøktarpláss, hava vit bert loyvi til, at 10 % av búfólkunum kunna fáa sjúkrarøkt. Hetta er blivin ein størri og størri trupulleiki fyri okkum, tí tørvurin á sjúkrarøkt økist, so hvørt sum búfólkini eldast.

Harafurat er krav komið frá ísraelsku myndugleikunum um, at allir ísraelskir stovnar skulu lúka nýggjar reglugerðir um trygd og góðsku. Um hetta ikki verður fylgt, missa vit loyvið. Tað vil siga, at Heimið má lata aftur, aftan á 40 ár!

Vit hava ikki styrki og kraft til sjálv at gera hetta. Men tað er bert við náðini frá Honum, sum hevur loyst okkum, Harra okkara og Messias, Jesus, Kongur Konganna.

Unser Projekt

Gávur

Upplýsingar til gávur:

Kontunavn:

Ebenezer Senior Citizens’ Home, Haifa

(Brúka fullt Kontunavn)

Banki:

Mercantile Discount Bank

Haifa Business Center

147 Bar-Yehuda St., Nesher

Banka adressa:

17

Banka nummar:

650

Banka filial nummar:

BARDILIT

SWIFT koda:

Gáva til rakstur:

IBAN:

IL74 0176 5000 0000 1080 999

Gáva til nýggja røktardeild “Nursing ward project”:

IBAN:

IL19 0176 5000 0007 3079 075

T A K K

ת ו ד ה

Donate

Hvussu kunna vit hjálpa tær?

Newsletter
Contact
Samband

 

* kravdir teigar

Shalom og stóra tøkk!

vit seta okkum í samband við teg.

EBENEZER HOME

Meir Rutberg Str. 41

P.O. Box 525

3100401 Haifa,

ISRAEL​

Vitjanar- og kontór tíð

Sunnudag til hósdag

 

8.00 - 16.00

+ 972-4-8529730

Fax.png

+ 972-4-8535943

  • Facebook
  • YouTube
bottom of page